Heim
Hvat gera vit?
Spf. RIB62 er felag, ið gevur tær ógloymandi upplivingar á sjógvi og landi.
Høvuðsamboð í ferðum okkara er skjóttgangandi báturin, Tornado.
Í ár fara vit fyri fyrst ferð at sigla við hesum ferðmikla fari eftir fastari ferðaætlan,
ið er galdandi millum 3. mai og 13. august 2010.
Umframt hetta skipa vit fyri serligum tiltøkum í føroysku náttúruni;
bæði fyri einstaklingar og fyritøkur.
Les meiri um ferðaætlan okkara í teiginum, Túrar.
Eisini skipa vit fyri serligum bólkaútferðum.
Á slíkum ferðum sært tú Føroyar og føroysku náttúruna
á ein heilt serligan og ógloymandi hátt.
Hvar eru vit?
RIB62 húsast við Dalastígur 3 í Tórshavn.
Ring, skriva ella støkk inn á gólvið og lat okkum práta ópliktandi um møguleikarnar. Bátur okkara, Tornado, liggur klárur á Bursatanga í Tórshavn. Tað er haðan, siglt verður.
RIB62 skipar fyri:
* rundferðum
* serliga avbjóðandi túrum
* liðmenning
* føðingardøgum
* polterabend
* familjuútferðum
* tínum sjálvvalda túri
Ferðaætlan
|
Dagur
|
Fráferð
|
Kl. 10.00
|
Kl. 19.00
|
Eftir avtalu**
|
|
Mánadag
|
Bursatangi
|
Nólsoy
|
Hestur
|
Highspeed
|
|
Týsdag
|
Bursatangi
|
Nólsoy
|
Hestur
|
Highspeed
|
|
Mikudag
|
Bursatangi
|
Nólsoy
|
Hestur
|
Highspeed
|
|
Hósdag
|
Bursatangi
|
Nólsoy
|
Hestur
|
Highspeed
|
|
Fríggjadag
|
Bursatangi
|
Nólsoy
|
Hestur
|
Highspeed
|
** Bíleggingar eftir avtalu skulu bíleggjast minst 24 tímar framanundan..!!
Prísir
|
Túrur
|
Tíð umleið
|
Dkr.
|
USD
|
EUR
|
|
10 min.
|
10 min.
|
100,-
|
19,2
|
13,4
|
|
Nólsoy
|
90 min.
|
300,-
|
57,1
|
40,3
|
|
Hestoy
|
120 min
|
450,-
|
85,7
|
60,4
|
Dagligur Leiðari
Sigmund Signarsson
Spf. RIB62
Dalastígur 3
FO-100 Tórshavn
teldupostur: info@rib62.com
fartelefon: 56 62 62
faks: 32 17 34
RIB62 bjóðar tykkum øðrvísi og betri upplivingar.
Vilja tit uppliva náttúruna nærri og meira avbjóðandi, er rætta loysnin at mynstra við Tornado.
So segði hann: Hví sigla, tá tú kanst flúgva?